Pól Jóhannus gevst í AaB

Fyrstu minuttirnir blivu eisini teir seinastu minuttirnir hjá Pól Jóhannusi Justinussen í eini AaB troyggju. Felagið boðar í dag frá, at sáttmálin við føroyska landsliðsleikaran ikki verður longdur.

 

Síðani í vetur hevur Pól Jóhannus Justinussen verið knýttur at hópinum hjá Superliga-liðnum, AaB. Tað hevur gingið illa at fáa spælitíð, men í gjár fekk Pól Jóhannus so síðnar fyrstu minuttir, tá hann kom á vøllin seinastu átta minuttirnar í 5-0 taptinum móti Sønderjyske.

 

Í dag boðar Lynge Jacobsen, stóri í AaB, frá at sáttmálin við Pól Jóhannus Justinussen ikki verður longdur. Høvðusorsøkin er, at føroyski landsliðsleikarin vil sleppa at spæla fast og tað er ikki sannlíkt í AaB í núverandi støðu.

 

- Vit hava verið glaðir fyri at hava havt Pól í hópinum, men hann ynskir at spæla fast og tað kunnu vit ikki bjóða honum í løtuni. Tí eru vit komnir ásamt um ikki at leingja samstarvið, sigur Lynge Jacobsen við heimasíðuna hjá AaB.

 

Lynge Jacobsen ynskir eisini Pól Jóhannusi alt tað besta í framtíðini.