Pól Jóhannus hevur ikki spælt fyri barndómsfelagið, NSÍ, síðani august 2008, tá hann skifti til B68, har hann var restina av tí kappingarárinum og tvey tey næstu, áðrenn leiðin lá til Íslands, har hann spældi við Vali, og síðani fór til Danmarkar og fekk sáttmála við AaB. Í 2007, tá NSÍ bleiv føroyameistari, spældi hann við GÍ.?– Eg eri sera fegin um aftur at vera NSÍ-ari. Og at liðið telist millum tey lægru á stigatalvuni, ræðir meg slett ikki, tí so er í øllum førum nakað at spæla um, sigur Pól Jóhannus, ið spældi sín seinasta dyst fyri NSÍ í europeiskum fótbólti, men hóskvøldið eisini kann byrja aftur við einum europeiskum dysti.??Vil lyfta liðið?– Nú vóni eg bara, at eg kann vera við til at lyfta NSÍ-liðið eitt sindur, tí eg haldi meg hava fingið nógv burtur úr tíðini uttanlands, har eg havi lært nógv og ment meg nógv. Eg helt eisini nú, at eg onkursvegna skyldaði NSÍ og fólkinum her, at tey sóu meg í gulum og svørtum aftur.?Í NSÍ eru tey eisini fegin um, at Pól Jóhannus Justinussen kemur at styrkja um liðið, sum í summarsteðginum er á áttanda plássi við 17 stigum, eitt færri enn TB og tvey færri enn B36, men tvey fleiri enn B68, ið liggur beint niðanfyri.