Á framsýningini er 12 oljumálningar við føroyska landslagnum sum myndaevni.
Pól sigur, at hann sum ein trúgvandi maður er serliga hugtikin av Guds skaparverki, og vónar hann, at tað sæst aftur í málningunum.
Hann fær íblástur úr náttúruni og frá næmingunum á skúlanum, bæði tað sum teir gera og t.d. teirra andlitsbrá. Honum hevur altíð dámt sera væl at tekna, og hevur hann havt framsýningar á fleiri bygdastevnum í Sandoynni. Í fjør hevði hann eisini framsýning í Smiðjuni. Honum dámar eisini væl tónleik og spælir nógv gittar.
Pól er 47 ára gamal og ættaður úr Skopun. Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1984 og hevur verið lærari við Sandoyar Meginskúla og í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Hann hevur eisini verið lærari á Skála og í Ørebro í Svøríki. Síðan 1998 hevur hann búð í Havn og verið lærari í Hoyvíkar Skúla.
Hann er giftur við Bjørgu, f. Mortensen, úr Havn, og tey eiga tríggjar døtur.
Framsýningin letur upp hósdagin 18. mars og er opin til og við mikudagin 24. mars, allar dagar frá kl. 16.00 ? 20.00