Gomlu handilshúsini á Marknoyri vóru karmur um móttøkuna, eftir at fýrverk varð skotið, tá Pál Joensen kom til Vágs í gjár, eftir ómetaliga góðu úrslitini í svimjikappingini NJM, har hann av álvara gjørdi vart við seg.
Nógv fólk møtti upp at heiðra Pál. Ásgerð Stenberg, býráðslimur, helt røðu og handaði gávu. Hans Joensen, Hans í Líðini nevndur, er býráðslimur og pápabeiggi Pál. Hann helt røðu og hevði eisini yrkt sangir til løtuna. Ymisk nýttu høvið at heilsa svimjaranum við góðu úrslitunum. Mannbjørn Tausen umboðaði Suðuroyar Sparikassa og eisini vóru ymsar gávur handaðar. Heri Mortensen, fyrrverandi svimjari á høgum støði og fyrrverandi formaður í Vágs Svimjifelag, heilsaði Pál og kom við greiðum metingum og tølum, ið søgdu nakrar sannleikar um, hvussu frammaliga Pál nú í veruleikanum er.