Nógv fólk og nógvar røður í Miðlon í dag, tá ÍSF, Svimjisamband Føroya og Norðoya Sparikassi skipaðu fyri móttøku fyri landsliðssvimjarunum og venjarum teirra Onnur av tilsamans fýra móttøkum í dag í sambandi við brøgdini í Beograd, var hildin í Miðlon beint eftir miðdag.
Palle Ziskason, formaður í Svimjisambandi Føroya, bjóðaði vælkomin, og síðani fekk mentamálaráðharrin, Kristina Háfoss orðið. Hon er sjálv gamal landsliðssvimjari, og kundi tí sum slíkur eins væl og sum mentamálaráðharri fegnast um ótrúligu úrslitini í Beograd.
Eisini ÍSF-forsetin, Sølvi Reinert Hansen, fagnaði svimjarunum í røðu, har hann vegna ítróttarføroyar fegnaðist um úrslitini og um at hesir báðir hava prógvað, at tað ber til, eisini hjá einari so lítlari tjóð at gera seg galdandi í altjóða høpi.
Hergeir Nielsen, tingformaður, helt síðani røðu, har hann sum vágbingur heiðraði bygdamannin. Hann, eins og hinir røðararnir umrøddu trupulleikan við ongan 50 metra hyl at hava.
Gamla svimjihetjan, Jón Hestoy, nýtti eisini høvið at takka svimjarunum fyri avrikini.
Eins og Magni Arge vegna Atlantsflog í morgun, boðaði stjórin í Norðoya Sparikassa, Eyðfinn Reyðberg, frá, at teir hava gjørt av at leingja sponsoravtaluna við Svimjisambandið at galda fyri 2009 og 2010 eisini.
Og so rundaði Palle Ziskason av við at lova, at um almennu myndugleikarnir syrgdu fyri karmunum rundan um ein 50 metra svimjihyl, so skuldi Svimjisambandið nokk syrgja fyri at fylla vatn í...