Pól gevur avboð

Eftir trætumál við FSF um bonuspengar fyri sigurin á Luksemburg, er Pól Thorsteinsson somikið harmur, at hann hevur givið avboð til komandi landsdystirnar

 

Landsliðsavboð


Hóast tað neyvan nervar nakran í Jugoslavia, so er nú líkt til, at ófriðarliga støðan í fjør nú hevur við sær, at Pól Thorsteinsson ikki er tøkur at spæla á føroyska landsliðnum.

At dysturin móti Jugoslavia varð fluttur til 16 .august í ár hevði nevnliga við sær, at Pól Thorsteinsson framvegis hevði ein dag leikbann, tá føroyska liðið fór til Luksemburg, og tí ikki kundi taka lut í 2-0 sigrinum.


Ongar bonuspengar

FSF sigur nevnliga, at tá leikari ikki er við á dómaraseðlinum, hevur hesin ikki rætt til bonuspengar, og hetta hevur fingið øði í Pól.

Hann vísur á, at eftir sigurin á Luksemburg tóktist einki vera galið. Lagið var gott, og sum skilst, hevði Pól tá eisini fingið at vita, at hansara partur av bonusupphæddini ikki skuldi liggja eftir. Sjálvur sigur Pól, at hann ikki varnaðist hetta, fyrr enn hann fekk avrokningina frá FSF fyri ferðina.

- Tá eg fekk avrokningina, setti eg meg beinan vegin í samband við Jens Martin, sum er umboðsmaður hjá spælarunum, og hann at tosaði so við FSF mína vegna. Tá hetta einki úrslit gav, bað hann meg seta meg í samband við Jens Erik Magnussen, og hann bað meg orða eitt skriv til FSF.

- Skrivið varð so viðgjørt á fundi, men FSF kom til somu niðurstøðu, sum landsliðsnevndin var komin til. Nevnliga at bonuspengar bert verða útgoldnir, um leikarin hevur verið á dómaraseðlinum.

- Eg má bara siga, at eg eri ótrúliga skuffaður av viðferðini, og tí havi eg givið avboð til teir báðar komandi dystirnar. Hevði eg vita av hesum áðrenn, so kundi tað jú verið, at eg als ikki var við í Luksemburg, men ístaðin bert fór til Russlands. At tað skal vera somikið avgerandi fyri FSF, um teir rinda bonus til 17 ella 18 leikarar, dugi eg als ikki at skilja, sigur Pól, sum eisini leggur dent á, at tað ikki so nógv eru pengarnir, sum hava fingið hann at taka hesa støðu.

- At byrja við hugsaði eg kanska um, at pengarnir høvdu nakað at siga, men nú er tað blivið til eitt prinsipp hjá mær, og sum støðan er, so ætli eg mær ikki at spæla við landsliðnum, sigur Pól, sum tó samstundis leggur dent á, at avboðið í fyrsta umfari bert er til teir báðar komandi dystirnar.