Pál Joensen, sum síðstu átta árini hevur sett Føroyar á heimskortið í svimjing og í áravís hevur verið Føroya fremsti ítróttarmaður, er nú so spakuliga í ferð við at rigga av, og hetta árið verður eftir øllum at døma hansara seinasta sum svimjari á hægsta stigi.
Í samrøðu við donsku avisina, Berlingske, ásannar Pál, at sum langteinasvimjari ert tú á toppinum sum 25 ára gamal, so tí fer hann til OL í Rio í august og HM-kappingina í Kanada í desember, áðrenn hann æltar sær at gevast.
– Eg havi treytaleyst gjørt mítt besta. Nógv onnur ting í lívinum hava verið merkt av neyðsemjum – bæði útbúgving, vinir og tað at stovna familju hava verið í bíðistøðu, greiðir hann frá í samrøðuni við Berlingske.
– Upp á ein ella annan máta gevur hetta mær ein tryggleika í mun til, at eg havi givið svimjingini alt, sum tað yvirhøvur hevur verið gjørligt hjá mær, sigur altso 25 ára gamli vágbingurin, sum eisini hevur roynt alt tað, ein ungur føroyiskur svimjari kann droyma um.
Hann kom skúmandi inn á altjóða svimjipallin í Beograd í 2008, tá hann vann trý gullmerki í EM-kappingini fyri juniorar, og síðani hevur hann verið partur av heimselituni í langteinasvimjing, umframt at hann í áravís hevur verið kosin besta føroyska ítróttarfólkið við ymisk høvi.










