Pál fylgir dreyminum

Fyri Pál Joensen hevur tað altíð verið nógv tað størsta at umboða Føroyar í altjóða kappingum. Nú fylgir hann dreyminum og fer at svimja fyri Danmark í OL

Pál Joensen ásannaði sína støðu í viðtalu við Sosialin í fjør. Tá hevði ÍSF og føroyska Svimjisambandið, danska svimjisambandið, altjóða olympisku nevndina og altjóða svimjisambandið fingi avtalu í lag um, at føroyskir svimjarar kunnu umboða Danmark á olympiskum leikum.
- Skal eg fylgja dreyminum um at koma til OL, kann tað bara vera upp á hendan mátan. Eg má so bara liva við, at tað er fyri Danmark, hóast eg helst fari at hoyra fyri tað, noyddist Pál Joensen at ásanna. Hann legði afturat, at vónandi kundi hann smoyggja Merkið inn ímillum onkustaðni.
Í gjár varð tað staðfest. FINA, altjóða svimjisambandið, hevur góðtikið, at Páll Joensen kann svimja undir donskum flaggi, tá London er karmur um olympisku leikirnar næsta ár. Vágbingurin skal bjóða heiminum av við síni frágera góðu samanrenning av evnum og vilja. Tað váttar Jesper Frigast Larsen, elitusjefur í danska svimjisambandinum fyri TV2.
- Vit hava fingið váttan frá altjóða svimjisambandinum, at talan er ikki um at skifta tjóð, tá tú svimur fyri Danmark til OL og fyri Føroyar annars, sigur hann.

OL er dreymurin
Pál Joensen hevur ongantíð dult, at hann hevur strembað eftir at svomið undir OL. Tað er kappingin, sum øll vilja røkka, er hann endurgivin fyri at siga. Góðkenningin frá FINA hevur við sær, at Pál Joensen sleppur undan karantenuni, sum fyri hann hevði merkt, at hann ikki kundi svomið altjóða kappingar fyri Føroyar í eitt ár áðrenn og eitt ár aftaná OL.
Føroyar hava altjóða limaskap í altjóða svimjisambandinum FINA, so Pál Joensen umboðar Føroyar í kappingum undir FINA. Olympisku leikirnir eru ikki undir FINA, og orsakað av, at Føroyar hava ikki fingið olympiska viðurkenning, kann Pál Joensen ikki fara til OL sum føroyskt umboð, men bara undir donskum flaggi.
- Fyri meg er tað altíð nógv tað størsta, at eg kann umboða Føroyar í altjóða kappingum. Men í OL ber tað tíverri ikki til, so skal eg við til størstu kappingina av øllum, má tað vera sum partur av danska landsliðnum. Hitt er ikki ein realistiskur møguleiki nú, so eg má bara vera glaður fyri tað, eg fái, segði Pál Joensen við Sosialin í mars í fjør.

Møguleiki fyri heiðursmerki
Danska svimjisambandið sigur seg fegnast um, at Pál Joensen fer at svimja fyri Danmark næsta ár. Líkindini fyri at vinna heiðursmerki er størri nú, sigur Jesper Frigast Larsen. Pál Joensen er eisini fegin.
- Eg eri fegin um at svimja fyri Danmark og fáa møguleikan at royna meg undir OL, sigur Pál Joensen, sambært danska Tv2.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa viðmerking frá Páli Joensen, áðrenn blaðið fór til prentingar.