Pól frammanfyri HB-spælarar

Fleiri HB-spælarar fingu atkvøður í valinum av ársins spælara hjá monnum, men tað gjørdist ein B36'ari, sum fór við heiðrinum hesaferð. Toppskjúttarnir vóru úr Klaksvík, og B68 átti bæði stjørnuskotini

Ársins

Leygarkvøldið var árliga gallaveistlan fyri fótbóltsspælarar hildin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Umframt veitslulag og hugna var eisini avdúkað, hvørjir ársins spælarar í fótbóltskappingini í summar vóru. Tað vóru liðskipararnir á landsins fótbóltsliðum, sum saman við fjølmiðlunum tóku saman um árið við eini atkvøðugreiðslu.
Ársins spælarar hjá monnum og kvinnum gjørdust ávíkavist Pól Thorsteinsson úr B36 og Rannvá Andreassen úr KÍ. Tað var lítil og eingin ivi um ársins spælara hjá kvinnum, men tað kom kanska eitt lítið sindur óvæntað á, at ein B36'ari skuldi fara við heiðrinum hjá monnum.
Fleiri HB-spælarar fingu atkvøður í atkvøðugreiðsluni, og tí kundi hvørki Rógvi Jacobsen, Rúni Nolsøe ella Jan Dam prýða seg við heitinum. Pól Thorsteinsson hevur verið týdningarmikil í verjuni hjá B36 í ár, og hann varð kosin sum ársins spælari.

Lækni hugleiddi
Umboð fyri øll feløgini vóru til gallakvøldið í Fuglafirði, og Heri Jacobsen, sum tey flestu kenna sum øran vert í Barometrinum hjá Útvarpinum, var toastmastari. Hann royndi at fáa gott lag á veitslufólki, og tað var eingin ómøguliga uppgáva.
Nógvar varð sungið og prátað, og tað vóru ongar gamlar takklingar ella samanbrestir havdir á lofti hetta kvøldið.
Ein gestarøðari at vera við til gallakvøldið, og hesaferð var tað Andrias Petersen, lækni og løgtingslimur, sum hugleiddi um fótbólt. Hann hevur verið lækni hjá GÍ í mong ár og hevur verið á nógvum fótbóltsferðum saman við gøtumonnum.

Dani varð ársins venjari
Umframt ársins spælari vóru eisini aðrir spælarar heiðraðir. Ársins málverjar gjørdust Alber Sævarsson hjá B68 og Randi Wardum hjá HB. Albert er íslendingur og hevur verið partur av kanska landsins bestu verju í summar. Randi Wardum er landsliðsmálverji og burturúr besti málverji hjá kvinnum.
Ársins venjarar gjørdust teir báðir meistaravenjararnir Frank Skytte og Jón Harald Poulsen.
Danin Frank Skytte gjørdi annað árið á rað HB til meistarar, og hóast hann gevst sum venjari í HB, kann hann fegnast um, at hann fekk hendan heiður við sær til Danmarkar.
Jón Harald Poulsen hevur verið venjari hjá KÍ-kvinnunum í nógv ár, og aftur í ár vunnu klaksvíkskvinnur alt, sum vinnast kundi.

Stjørnuskot úr B68
B68 átti bæði stjørnuskotini í ár. Hjá kvinnum var Mary-Ann Isaksen ársins stjørnuskot, og hjá monnum varð Jann Ingi Petersen valdur.
Jan Ingi var einki óvæntað val, hóast Atli Danielsen úr KÍ og Tór-Ingar Akselsen úr HB eisini fingu fleiri atkvøður.
Jann Ingi hevur í ár verið sentralur á B68-miðvøllinum, hann hevur spælt seg inn í landsliðshitan, og hann hevu fingið sáttmála við danskt felag. Eitt gott ár hjá honum
Umframt ársins spælarar vóru gyltu stivlarnir eisini handaðir toppskjúttunum hjá kvinnum og monnum, og her fóru klaksvíkingar við øllum. Hjalgrím Elttør og Rannvá Andreassen kundu taka hvør sín gullskógv við sær heim um Leirvíksfjørð sunnunáttina.


Ársins spælarar 2003

Ársins spælari, menn
Pól Thorsteinsson, B36

Ársins spælari, kvinnur
Rannvá Andreasen, KÍ

Ársins málverji, kvinnur
Randi Wardum, HB

Ársins málverji, menn
Albert Sævarsson, B68

Ársins venjari, kvinnur
Jón Harald Poulsen, KÍ

Ársins venjari, menn
Frank Skytte, HB

Ársins stjørnuskot, kvinnur
Mary-Ann Isaksen, B68

Ársins stjørnuskot, menn
Jann Ingi Petersen, B68


Toppskjútti, kvinnur
Rannvá Andreasen, KÍ 49 mál
Malena Josephsen, KÍ 37 mál
Halltóra Joensen, HB29 mál

Topskjútti, menn
Hjalgrím Elttør, KÍ 13 mál
John Petersen, B36 10 mál
Andrew av Fløtum, HB 10 mál