Pál fingið høvuðsstuðul

– Tað er øgiliga deiligt, at eg nú kann hugsa meira um svimjingina og minni um útreiðslurnar. Hetta kann hjálpa mær at røkka málunum, eg havi sett mær fyri 2010, sigur Pál Joensen, sum leygardagin fekk P/f Leif Mohr sum nýggjan høvuðsstuðul

Svimjing

Hava Pál Joensen og fólkini kring hann stúrt eitt sindur fyri, um tað fór at bera til at leggja líka nógva orku í svimjingina í 2010, sum gjørt var í 2009, er henda stúran eftir fáum døgum horvin sum døgg fyri sól.
Fyrst kunngjørdi Ítróttarsambandið, at Pál aftur í ár fær bróðurpartin av pengunum, ið játtaðir eru á løgtingsins fíggjarlóg til úrvalsítrótt, og harvið var ein hálv millión tøk til tær ymsu kappingarnar, sum eru á skránni. Og leygardagin kom tað síðsta upp á pláss, tá Pál skrivaði undir eina avtalu við P/f Leif Mohr, sum stuðlar honum við einum rundum, sekssifraðum krónutali í 2010, umframt at hann fær ein Audi A3 at koyra í.
– Eg haldi, at tað er øgiliga flott av teimum, at teir komu til mín, tí hetta er nakað, ein ítróttarmaður hevur nokk so nógv brúk fyri, tá talan er um nógva venjing, sigur Pál Joensen, ið ásannar, at stuðulsavtalan kann hjálpa honum at fokusera enn meira á sjálva svimjingina.
– Tað er øgiliga deiligt, at eg nú kann hugsa meira um svimjingina og minni um útreiðslurnar. Hetta kann hjálpa mær at røkka málunum, eg havi sett mær fyri 2010, tí tað verður lættari at fáa tað fíggjarliga at hanga saman.

Brúkar royndirnar
Í fjør fekk Pál 350.000 krónur frá landinum, og tað hjálpti honum væl, so hann fekk verið við til fleiri stórar kappingar uttanlands. Hæddarpunktið var World Cup-gullið í Moskva, umframt góða hálið á Oyggjaleikunum, meðan tað kanska ikki gekst so væl í HM-kappingini í Rom og EM-kappingini í Istanbul.
– Tað var eitt sindur upp og niður í fjør, og tá eg skuldi svimja væl, riggaði tað ikki ordiliga. Men eg betraði meg nógv og kom á nógv hægri stig, enn eg havi verið áðrenn, so nú vænti eg, at royndirnar fara at hjálpa mær at fáa meira burturúr í 2010, sigur Pál, sum nú fær frið og náðir at fyrireika seg.
– Eg vóni, at tey hjá P/f Leif Mohr fáa nógv burtur úr hesum eisini, og tað vil eg gera mítt til. Kanska eru ikki so góðir møguleikar til tað, tá eg eri burturi, men eg fari so at gera mítt besta, sigur ungi svimjarin í Vági.