Pál í finalu við triðbestu tíð

 

EM í stuttgeil er byrjað í Stettin í Pólandi í dag hósdag. Báðir okkara svimjarir hava verið í hylinum í dag. Birita Debes svam 0:59.83 í 100 frísvimjing, nakað væl frá hennara bestu tíð, og neyvan nakað hon er nøgd við. Hennara bestu kappingar koma seinnu í vikuni.

 

Í 400 frí fekk Pál triðbestu tíð í innleiðandi. Framman fyri honum vóru danin Mads Glæsner og týski Paul Bidermann. Tíðin hjá Pál var 3:42.37, 66 hundraðpartar aftanfyri bestu tíðina. Tilmeldingartíðin hjá Pál var 3:44.42, so hetta var ein góð kapping.

 

Finalan í 400 frísvimjing verður svomið seinrapartin í dag. Finalurin byrjað kl. 16.00 føroyska tíð og væntandi veður finalan 10-15 minutter seinni.