Pól F. Joensen, FC Suðuroy:
Steypakappingin: (vunnu 5-0 ímóti Skála)
- Tað var í lagi. Vit fingu Skála og vunnu 5-0. Tað kann altíð gerast betri, men vit spardu tríggjar mans, sum byrja vanliga, og vit høvdu nakrar ungar mans, ið gjørdu rímiliga gott. Tveir 16 ára gamlar og ein 17 ára gamal, sum spældu allan dystin. Tað er gott fyri teir, heldur tvøramaðurin í Vági, sum nú hittir B71 og slær fast, at teir ikki undirmeta nakað lið.
Landskappingin: (eitt stig eftir tríggjar dystir)
- Vit vildu havt fleiri stig, enn vit hava, men vit hava møtt trimum teimum ovastu liðunum frá kappingini í fjør, t.e. B36, HB og NSÍ. NSÍ hevur mist nógv fólk, men teir ungu, ið hava tikið við, gera tað eins gott, so teir koma seg.
- Í byrjanini skulu vit venja okkum við at spæla í hesi deildini. Tað er størri enn í 1. deild og ein má royna seg fram, leikararnir mugu venja seg við tað. Ímóti B36 kundu vit komið frá tí við einum stigi, og í grundini tað sama við HB. NSÍ-dysturin var næstan ein fiasko og als einki riggaði hjá okkum, so vit fara at royna at gera betri komandi sunnudag, sigur Pól F. Joensen.