TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við annan av U17 landsliðsvenjarunum, Pól F. Joensen aftaná søguliga EM-endaspælsdystin millum Føroyar og Skotland, sum skotar vunnu 2-0. Fyrsti 60 minuttirnar av teimum, 80 møguligu hildu Føroyar málið reint.
Pól F. Joensen staðfesti, at hann fór at rósa sínum spælarum fyri eitt gott avrik: - Dreingirnir stríddust væl, slær U17 landsliðsvenjarin fast.
Pól F. Joensen heldur eisini, at tað eigur at takast við í metingina, at Føroyar møttu einum ótrúliga góðum og sterkum skotskum liði í dag.
Nú sita Pól F. Joensen og hin U17 landsliðsvenjarin, Áki Johansen og hyggja eftir dystinum millum Frakland og Ungarn. Føroyar spæla ímóti Fraklandi leygardagin. Tann dysturin byrjar klokkan 11 fyrrapartin. Rás2 sigur sjálvandi frá dystinum. Upptakt verður frá klokkan 10.