Pól F. 101 ár

Tíðindaskriv

Pól F. 101 ár

Í heyst fer fram stórhending fyri føroysk feløg í Danmark. M.F.D., sum er meginfelag fyri feløgini, hevði í fjør, hundraðárið fyri føðing Poul F. Joensens, hug at gera okkurt til minnis um stóra skald okkara. Men skotbráðið var ov stutt til at seta hetta í verk í 1998, so í staðin varð viðtikið at bíða til 1999.

Felagið setti seg í samband við Biritu Mohr, sjónleikara og Hanus Johansen, tónleikara, um tey kundu koma til Danmarkar um heystið 1999 at tulka Pól F. í orði og tónleiki. Til stóru frøi okkara játtaðu tey bæði.

Hvørt mannsbarn í Føroyum kennir frálíka sangarin Hanus Johansen - vit, sum búgva her niðri, hava sjálvandi hoyrt hann á bondum og fløgum, men nú gleða vit okkum so ómetaligt at síggja og hoyra hann syngja og spæla, serstakliga tí, tað er so at siga lívsverk hansara, hann fer at framføra fyri okkum - yrkingarnar hjá Pól F. spældar og sungnar við egnu løgum Hanusar.

Hanus hevur havt áhuga fyri skaldskapi Pól F.´s síðani síðst í 70-unum. Hann hevði verið í sambandi við familjuna og tosað við børnini hjá Pól F., so hann er serfrøðingur á hesum øki. Og enn meira, hann hevur gjørt løg til ikki minni enn 60 ymiskar yrkingar hjá stóra skaldinum.

Vit kenna eisini Biritu Mohr. Hon hevur holla útbúgving sum sjónleikari og eisini sum leikstjóri. Fyri nøkrum árum síðani var hon í Danmark á vitjan hjá feløgum í M.F.D. saman við øðrum føroyskum sjónleikarum. Og tann vitjanin var sera væl umtókt.

Birita hevur til hesa vitjanina sjálv gjørt alt tilfarið til tað, hon fer at føra fram á palli fyri okkum. Tað verða hugleiðingar um og yrkingar hjá Pól F., vit fara at hoyra.

Hesi 6 feløg stíla fyri vitjan teirra við hesi tíðarætlan:

Føroyskt Felag í Ballerup hósdagin 30. sept.

Føroyskt Felag á Vestursjællandi fríggjadagin 1. okt.

Føroyingafelagið í Odense leygardagin 2. okt.

Føroyingarfelagið í Esbjerg sunnudagin 3. okt.

Føroyingafelagið í Horsens mánadagin 4. okt.

Føroyingafelagið í Åalborg týsdagin 5. okt.

Framførslan 30. sept. verður í Føroyahúsinum í København. Adressur til hinar framførslurnar, klokkutíðir, tilmelding og kostnaður verður lýst í september.

Hesi feløg og grunnar hava latið stuðul til vitjanina; Atlantic Airways, Smyril Line, Sonning Fonden og Mentunargrunnur Føroya Løgtings.

Vónandi fer ein rúgva av fólki at nýta høvi at síggja sjónleik og hoyra sang og tónleik á palli í Danmark 30. sept.-5.okt.

Vegna feløgini í Danmark M.F.D.