Tað eru tvey sløg av fólki í Føroyum. Tað er tann stóra fjøldin sum gongur dølsk runt og minnir mest um seyð - og tað ery tey fáu, sum liva lívið the rock'n'roll way.
Og so spyr onkur hvat tað merkir at liva the rock'n'roll way.
Well - tað ultimativa dømið var ein svenskur smádrongur, sum totalt rulaði á tennisvøllinum. Hann smashaði alla mótstøðu niður og vann alt sum hann var við í.
Eftir eina stóra kapping fór ein sjónvarpsmaður at vitja hann. Tá sjónvarpsmaðurin kemur, stendur hann og slær ein tennisbólt uppat eini garasjuhurð. Hann er so cool at hann steðgar ikki ein gang tá journalisturin og fotografurin nærkast, so teir mugu bróta hann av.
"Hvat ætlar tú tær at náa innan tennis", spyr journalisturin aftur.
Drongurin hyggur uppá hann, kaldliga og yvirlegði og svarar róliga: "Eg ætli at verða besti spælari í verðini".
"Heimsins besti spælari?" spyr journalisturin flennandi.
Men eyguni á dronginum eru so køld og rólig og bítandi, at láturin hjá journalistinum kvalist.
Og so leggur drongurin púra natúrliga og fullkomiliga róliga afturat: "Eg ætli at verða tann besti tennisspælarin nakrantíð!"
Journalisturin fer aftur at flenna - men aftur hyggur drongurin at honum við eygum so stingandi sum hjá eini cobra-slangu, og láturin kvalist aftur.
Og so endaði samrøðan. Journalisturin stóð sum hevði hann bitið í lort - hann visti ikki hvat annað, hann skuldi spyrja um.
Men karrieran hjá Bjørn Borg endaði ikki - hann gjørdist tann besti tennisspælarin nakrantíð!
Bjørn Borg var cool. Hann var ikki sum tey flestu. Hann var ikki sum tey sum ganga dølsk runt og minna mest um seyð - hann livdi lívið the rock'n'roll way.
Tað hava tað verið nógv sum hava gjørt í Føroyum. Vit hava átt eina sublima trio: Nólsoyar Páll, Magnus Heinason og Guttorm í fuckin' Múla!
Men tað eru eisini nógv fólk í Føroyum í dag sum rykkja hegnpelar upp. Sum bróta garðar niður. Sum spreingja múrar. Sum víðka mørkini fyri hvat tey kunnu og skulu - og víðka mørkini fyri hvat onnur kunnu og skulu.
So tað vóru fleiri kandidatar, tá ársins rock'n'rollari skuldi finnast.
Men hvussu eg so shakaði krukkuna við nøvnum, so var tað altíð eitt, sum endaði ovast.
Tí tað er ein maður sum hevur sett sær so høg mál á sínum øki, sum tað yvirhøvur ber til at seta sær. Ein maður sum hvønn tann einasta ein dag arbeiðir hart og miðvíst fram ímóti sínum stóra máli.
Hann livir við teimum trongu fysisku kørmunum í Føroyum, og fær optimalt burturúr teimum. Og hann sprongir teir trongu mentalu karmarnar í Føroyum. Karmarnar sum seta mørk fyri, hvat mann kann og skal, og hvat mann ikki kann og skal.
Tað sveið illa tá okkurt kiksaði undir 800 metrinum í HM í Rom í gjár - men tað steðgar honum ikki, tí hansara rock'n'roll spirit er líka kompromisleys sum altíð. Og tað er the spirit - tað er hugburðurin - sum ger munin millum tey, sum minna um seyð, og tey, sum liva the rock'n'roll way.
Tað er ein persónur í Føroyum sum fram um nakran hevur víst the rock'n'roll spirit í ár, og tað er Pál fuckin' Joensen!
Og so er tað, at eg skuldi halda eini talu fyri Pál. Fuck. Prædikur eru fyri prestar, talur eru fyri politikarar - rockarar spæla rock. Og í fær Pál onga talu her í kvøld - hann fær ein rock'n'sang. Hann kallast sjálvandi: Tá Pál kemur á mál.
Mynd: Kári Cool
Torgið í Vágsbotni var stúgvandi fult av fólki, tá Mr. Rockn’n Roll himself trein út á pallin
Mynd: Beinta Haraldsen
---
(Set hetta í kassa)
Tá Pál kemur á mál
Eg tori ikki eg dugi ikki eg klári ikki eg veit heldur ikki hvat hini fara at siga so best mann vera at tiga og biðja um stuðul og hjálp tí áh her er so ringt skil tað ber ikki til vit hava alt for stuttan hyl bara 25 metir tað er sum at hava ketir við steini um beini um eg so venji bæði summar og vetir blíva hinir betir. Ja, soleiðis kann mann grenja - men mann kann eisini fara at venja og vísa vilja og mót og harður sum grót bara kava útí og skíta á rest tí mann veit at mann er best! So lat meg siga eitt við tey sum kæra sína neyð og minna mest um seyð sum tey gráta um sítt breyð - mann kann eisini liva lívið the rock'n'roll way!
Tað hoyrist skrál
frá hvørji sál
tá ið Pál
kemur á mál
(Hann er á mál)
nei har er einki drál,
hann vísir teimum bæði brand og bál
It sucks og it fucks at fólk ganga uppí idiotiskt koks og roks sum sítt hárvoks og sínar dreadlocks - tað er bara eitt sum really rocks: far suður til Vágs! Har býr ein maður sum er coolur sum ein frystiboks tí tá Pál fer stroks tá er tað einki roks. Hann svimir móti streyminum, hann fylgir dreyminum, bringu ella crawl tað er rock'n'roll tá hann tak fyri tak og coolur sum eitt kavablak leggur allar hinar afturum bak og vinnur við eitt brak sum var tað lættasta sak. Tað eru for nógv sum eru full av sínum egna nalva og síni lummaull - men tá Pál vinnur gull tá er tað rock og rull!
Tað hoyrist skrál
frá hvørji sál
tá ið Pál
kemur á mál
(Hann er á mál)
nei har er einki drál,
hann vísir teimum bæði brand og bál
Orð: Kári Cool
Lag: Kim Hansen
Upptøka/ljóðblanding: James Olsen