Pál Joensen hevur drigist við búkilsku seinastu dagarnar og tað hevur ávirkað hann til finaluna í dag, sigur Jón Bjarnason venjari.
Hann sigur víðari við Suðuroyarportalin, at hevði Pál ikki havt drigist við búkilsku, so hevði hann kunna svomið undir 14:40. Tað verið nokk til eitt silvur heiðursmerki. Pál kom á mál á fjórða plássi við tíðini 14:46.33, bara góð tvey sekund frá silvurheiðursmerkinum.
- Fantastiska úrslitið ger, at Pál er enn svangari eftir OL. Tað at hann presteraði við eina HM-finalu ger eisini at hann nú sjálvandi trýr 100% uppá síni egnu evnir, sigur Jón Bjarnason.
Úr Shanghai ljóðar eisini, at fólk eru sera væl nøgd við tíðina hjá Pál, sum er góð tíggju sekund skjótari enn norðurlendska metið, ið Pál setti sjálvur í innleiðandi svimjingini.
- Tað er ikki nemt at standa í einari HM-finalu í einum býi við yvir 30 milliónum íbúgvum, men eftir HM-finaluna í dag, kann hann alt, sigur Jón Bjarnason úr Shanghai.
Tað er Suðuroyarportalurin, ið hevur verið í samband við Jón Bjarnason stutt eftir finaluna.