Pól Arni Holm leiðari á Føroya Eftirskúla

Týsdagin 11. februar varð Pól Arni Holm settur sum leiðari á Føroya Eftirskúla á Tvøroyri. Pól Arni er útbúgvin bachelorur, umframt útlærdur bygningssnikkari.

Hann hevur síðan 2013 starvast sum leiðari á ungdómshúsinum á Tvøroyri, Pakkhús 4, har hann hevur staðið fyri at menna og skipa tilboð til tey ungu í býnum. Pól Arni er eisini kendur úr tónleikaheiminum, m.a. sum oddamaður í bólkunum Hamradun og Týr.

Pól Arni tekur við einum heilt nýggjum og spennandi starvi, og hann fær høvi at seta dám á tilgongdina frá byrjan. Eftirskúlin er eitt nýtt tilboð til ungdómin í Føroyum og uttanlands. Vónirnar eru stórar til ætlanina. Eftirskúlin á Tvøroyri er tilboð og avbjóðing til Føroya ungdóm og ungdóm aðrastaðni frá at møtast og mennast, og samstundis vinna sær førning í uppliving og upplýsing.