Fótbóltur
Maðurin, sum í oktober sum B36 liðformaður tók móti FM steypinum, fer í ár ikki at vera at síggja í hvítu og svørtu B36 troyggjuni.
Seinasta mánadag skrivaðu vit her á síðuni, at stígur var komin í samráðingarnar millum Pól og B36. Onnur lið høvdu áður liðið fram við í royndunum at knýta spælaran at felagnum, og hesar royndir gjørdust ikki minni ítøkiligar, nú tað tóktist vónleyst hjá honum at halda fram í B36.
Fríggjadagin kundu runavíkingar so boða frá, at teir høvdu vissað sær undirskriftina hjá fyrrverandi landsliðsspælaranum.
Pól Thorsteinsson er ikki heilt ókendur í Runavík. Í 2002 umboðaði Pól felagið í Runavík. Hetta árið vann NSÍ steypakappingina, og eins og teir fyri fyrstu og higartil einastu ferð vunnu silvur í landskappingini. Samanlagt gjørdist hetta besta árið, sum NSÍ hevur havt, og tí er einki at siga til, at tey í felagnum eru fegin um, at Pól nú aftur er tøkur at styrkja um liðið.
NSÍ fór hósdagin í síðstu viku undir leiðslu av Trygva Mortensen undir aftur venjingarnar á vøllinum við Løkin.









