At Pál Joensen er framúr sum svimjari eigur at vera øllum føroyingum kunnugt. Men at hann er so suverenur, sum hann hevur verið og er í Danish Open kappingini, sum í hesum døgum er í Gladsaxe man koma óvart á tey flestu og kanska eisini á Pál Joensen.
Fyrrapartin hevur ungi svimjarin úr Vági framt enn eitt bragd.
Eftir trivaliga metið á 1500 metrum í gjár hevur hann í dag svomið 800 metra frí 24 sekund skjótari, enn nakar føroyingur nakrantíð hevur svomið henda teinin. Tíðin var 8.06.69, og tað ber 892 fina stig við sær.
Hetta var í innleiðandi kapping. Finalan verður í morgin.
Føroyska metið, sum Pál Joensen setti í morgun, er 4 sekund betri enn danska juniormetið, sum OL svimjarin Mads Glæsner eigur.










