Johan Mortensen
Valevni hjá Tjóðveldisflokkinum
Vit hava ikki tørv fyri píkum í Tórshavn. Býráðið skal gera sína skyldu sum er árla á morgni at grava tá kavi er lagstur, at salta vegirnar og at sópa upp »putursukurið«. Tað er sjálvdan hált longur enn tveir teir fyrstu tímarnar á morgni og kann hetta fyribyrgast við skinsamari kavarudding.
Eisini hava vit okkara býarbussar so tað ber til at lata bilin standa um tað, hendingaferð, ikki er koyrandi hjá privatbilum.
Tað eru nógv góð argumentir fyri at avtaka píkarnar so eg skal ikki endurtaka tey. Tó vil eg gera vart við at píkarnar kosta Býráðnum milliónaupphæddir í asfalti og viðlíkahaldi av vegkervinum.
Tjóðveldið vil avtaka píkarnar.