Út frá teimum spurnarbløðum sum Ford senda út til sínar kundar í Danmark og Føroyum, hava kundarnir møguleika at siga frá, um teir eru nøgdir við tænastuna, teir fáa hjá sínum bilhandlara. Herfyri vunnu teir hjá P/F Wenzel í Havn, ið vóru bestir í sínum bólki, eina ferð frá Bergen til Kirkenes í Norðurnorra. Teir vunnu hesa "teamwork" kappingina í stórum stíli og vórðu bestir í danska kongaríkinum innan sølu av eykalutum, eykaútgerð og dekkum, eins og hvussu væl nøgdir kundarnir vóru við verkstaðin. Teir, sum fara við hendan túrin, verða, Anthonius Dalsgaard verkførari á bilverkstaðinum, og Oddmar Ørvarodd frá eykalutagoymsluni, saman við konunum.