P/F Skálafjarðartunnilin skilir ikki Landsverk

Leiðslan í P/F Skálafjarðartunlinum sigur seg hava ilt við at skilja, hvat Landsverk vil við sínum seinasta íkasti til viðgerðina av umsóknini hjá felagnum. Í síðstu viku kunngjørdi Landsverk eina danska meting, sum vísti, at tað hevði verið nógv bíligari, um tað almenna bygdi tann ætlaða tunnilin millum Eysturoynna á Streymoynna.

Men hesari meting er leiðslan í Skálafjarðartunlinum ikki samd við Landsverki í.

Í tíðindaskrivi í morgun sigur leiðslan, at meirkostnaðurin fyri at lata eitt privat felag byggja og reka Skálafjarðartunnilin, sum hevur verið nevndur í pressuni og á heimasíðuni hjá Landsverk, byggir á aðrar fortreytir enn umsóknin hjá P/F Skálafjarðartunlinum.

Í mun til umsóknina hjá Skálafjarðartunlinum geva hesi tøl tí eina skeiva mynd av verkætlanini, og felagið hevur ilt við at skilja hvat Landsverk vil við hesum íkasti til ta almennu viðgerðina av okkara umsókn.

Umsóknin hjá Skálafjarðartunlinum byggir á, at verkætlanin og loyvistreytirnar verða fastlagdar í samráð við tað almenna. Á henda hátt fæst ein munadygg loysn, í mun til eina óneyðuga tíðar- og orkukrevjandi tilgongd, har tað almenna einsamalt skal gera allar fyrireikingar og átaka sær allar fíggjarváðar av verkætlanini, skrivar leiðslan í P/F Skálafjarðartunlinum millum annað.