P/F Poul Michelsen 25 ár

1. mars fyllir P/F Poul Michelsen 25 ár

Í sambandi við, at P/F Poul Michelsen 1. mars fyllir 25, varð í gjár boðið til móttøku í virkisbygninginum við Hoyvíksvegin 74.

Fyri at teir mongu gestirnir, ið komu á vitjan skuldu hava pláss at seta bilarnar frá sær, hevði Bileftirlitið loyvt gestunum at seta bilarnar á teirra parkeringsøki hinumegin vegin.