Í sambandi við at P/F Meinhardt Arge í hesum døgum fríðkar um økið norðan fyri bilasøluna, og stykkið verður planerað og gjørt klárt at seta bilar á, hevur felagið valt at selja allar teir nýggju bilarnar, ið eru á goymslu, við avsláttri upp til 40.000 krónur, sigur stjórin, Finnbogi Arge.
Økið er umleið 3.000 fermetrar stórt, og er sostatt størri enn stykkið sunnan fyri bilasøluna, sum fyritøkan herfyri seldi til Reyni Service. Økið liggur væl fyri, og nógv ferðsla er eftir Ringvegnum beint niðanfyri, sigur Finnbogi Arge.