P/F Jógvan Weihe í nýggja bygning

Í dag, hósdagin 24. juni, letur handilsfyritøkan P/F Jógvan Weihe upp í nýggjum hølum í Stiðjagøtu í Havn. Í bygninginum er bæði heil- og smásøla

Kl. 9.00 hósdagin letur handilsfyritøkan P/F Jógvan Weihe upp í nýggjum stásiligum hølum í Stiðjagøtu í Havn.

Fyritøkan hevur tíggju tey seinastu árini hildið til í leigaðum hølum við Staravegin.

P/F Jógvan Weihe varð bleiv stovnað í 1991. Hetta var í ringastu tíð, meðan samfelagskreppan herjaði. Tað vóru tey bæði Hildubjørg og Jógvan Weihe sum stovnaðu fyritøkuna.

Jógvan er útbúgvin skrivstovumaður. Hann byrjaði í Landshandlinum í Havn í 1960, og frá 1963 arbeiddi hann sum ferðandi sølumaður hjá Landshandlinum. Hann arbeiddi eisini sum ferðandi sølumaður á heilsøluni hjá Kartni Winther.

Jógvan hevur eisini ferðast nógv kring landið fyri sína egnu fyritøka, og er hann helst tann føroyingurin, sum hevur arbeitt longst sum ferðandi sølumaður.

Fyritøkan selur so gott sum allar vørur sum t.d. fóður, fiskireiðskap til frítíðarfiskimenn, og alt til urtagarðsrøkt. Tá morðsnigilin byrjaði at gera um seg í Føroyum, vóru tey t.d. fyrst við Ferramol, sum hevur bøtt munandi um hendan snigilstrupulleikan. Sum nakað nýtt selur fyritøkan nú eisini arbeiðsklæðir, oljuklæðir, stivlar og annað til arbeiðs- og fiskimenn.

Fimm fólk starvast í nýggja bygninginum í Stiðjagøtu, ið er upp á tilsamans 900 fermetrar, har ein partur er í tveimum hæddum. P/F Jógvan Weihe er bæði heil- og smásøla. Handilin er opin gerandisdagar frá kl. 8.00-17.30 og leygardag frá 9.00-14.00