Fyri at markera at 75 ár vóru liðin, síðan P/F Havnar Timburhandil varð stovnaður tann 8. august 1928, var móttøka í Hálsi seinasta fríggjadag.
Eisini eru 25 ár liðin síðan fyritøkan flutti av keiini og niðan á Háls.
Eftir størsta eldibrandin í Føroya søgu, 19. desember 1987, tá Havnar Timburhandil brann í grund, reistist fyritøkan aftur og er í dag ein stór fyriutøka við fleiri deildum og døtturfeløgum.
Í øllum deildum og dóttirfeløgum eru í dag umleið 70 starvsfólk. Stjórar í P/F Havnar Timburhandli eru Heini Fosaa og Jógvan Jørgensen.
Til móttøkunu seinasta fríggjadag komu viðskiftafólk, samstarvsfelagar og onnur inn á gólvið.