P/F Borg og P/F Poul Hansen stovnað íløgufelag saman

Við 10 mió í partapeningi hava P/F Borg og P/F Poul Hansen stovnað íløgufelagið Sp/f Treystur, hvørs endamál er at eiga partapening í øðrum feløgum og annað starv í hesum sambandi. Tað skrivar Business Line.

 

Høgni Hansen er nevndarformaður og Rodmundur Nielsen er stjóri í Treysti.

 

Enn eitt fiskivinnufelag er stovnað, hesaferð smápartafelagið Fagraenni í Hvannasundi. Tóri Simonsen er stjóri í felagnum, hvørs endamál er at eiga og reka fiskiskip.

 

Allar seinastu broytingarnar í partafelagsskránni síggjast her.