P-dagur í morgin

Eitt tekin um, at várið er í nánd, er ársins páskabryggj frá Føroya Bjór. Í morgin er P-dagur, og harvið kemur ársins páskabryggj frá Føroya Bjór á marknaðin.

Nú vit nærkast ljósari tíðum, kavin bráðnar, og várið er í nánd, er Páskabryggið hjá Føroya Bjór bryggjað. Hin fyrsta páskabjórin sá dagsins ljós í 1982. Eins og undanfarin ár, verður serliga nógv gjørt burtur úr góðskuni og smakkinum á hesum bjóri.

 

Bjórin er bert bryggjað í avmarkaðari nøgd. Páskabryggið er rav-gylt og hevur eina góða javnvág í søtleika og beiskleika.

 

- Perfekt til páskahøgtíðina og páskaborið, og vit eru sera væl nøgd við ársins páskabryggj, siga tey av Føroya Bjór.