P Dagur

Tíðindaskriv

P dagurin, ella dagurin tá Páskabryggið kemur á marknaðin verður í ár tann 27. februar í Danmark og somuleiðis í Føroyum, har bæði Føroya Bjór og Restorff presentera teirra bryggj.
Restorffs fer at markera dagin við at seinnapartin 27. februar kl. 16.00 fer hestavognurin hjá Restorff á fyrsta sinni frá bryggjarínum við Páskabrygginum niðan á Vertshúsið, har almenningurin fær ókeypis smakkroyndir. Partar av Havnar Hornorkesturi fara at ganga undan heystavogninum og spæla hin kenda Easter Parade hjá I Berlin og Roll out the Barrel.
Restorff ætlar at hestavognurin og skrúðgonga við hornblásturi verður ein føst Havnarmynd á hvørjum ári tá Páskabryggið og Jólabryggið kemur á marknaðin.
Restorff fer eisini at hava P dag á sølustøðunum kring landið 27. februar.