Ozzy aftur í Black Sabbath

Ozzy Osbourne stendur aftur á odda fyri tiltikna Black Sabbath. Tað skrivar bt.dk í dag.

 

Ozzy varð upprunaliga tveittur úr bólkinum í 1979, og í alt 22 fólk hava verið í og úr bólkinum.

 

Sambært heimasíðuni www.metaltalk.net er greitt, at Ozzy og upprunabólkurin aftur fara á trína á pallin, og at ferðast kring heimin við teirra tónleiki. Tað verður fyrstu fer síðani 2006, at bólkurin aftur er savnaður.

 

Tó er enn ikki greitt, um bólkurin fer at geva eina nýggja fløgu út.