Oyvindur Brimnes, fyrrverandi stjóri á Landsverki, fær uppsagnarløn í sjey mánaðir, og tá er eftir-lønargjaldið íroknað. Harumframt fær hann sjey mánaðarlønir í fráfaringar-samsýning, og stjórin skal ikki møta til arbeiðis í uppsagnartíðini.
Tað er svarið hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, til skrivligan fyrispurning frá Kára á Rógvi, formanni í Sjálvstýrisflokkinum.
Annika Olsen upplýsir, at Landsverk hevur latið landsstýrismanni óneyvar og skeivar upplýsingar at brúka í svari til fyrispurningar um skúlabyggingina í Hovi.
- Eg hevði ikki álit á, at stjórin á Landsverki kundi lyfta alsamt veksandi uppgávuna á stovninum at sita fyri byggimálum fyri tað almenna, sigur Annika Olsen í svarinum.
Varð Oyvindur Brimnes sagdur upp, hevði tilgongdin helst tikið tveir mánaðir ella meira, og hann hevði fingið løn, sambært setanarsáttmálanum í minst 14 mánaðir.
Tí gjørdi landsstýriskvinnan heldur eina fráfaringaravtalu, upplýsir Annika Olsen.