Oyruni í slovakisku maskinuna

U?17 landsliðið tapti 7?0 ímóti Slovakia, og í dag verður avbjóðingin roknað at fara at verða uppaftur torførari

U?17 EM undankapping

Føroysku U?17 dreingirnir hava orduliga fingið sína søk fyri, nú teir í hesi vikuni luttaka í EM undankapping í Slovakia. Teir eru í bólki saman við Slovakia, Grikkalandi og Letlandi. Fyrrapartin týsdagin spældu teir ímóti vertstjóðini, og Slovakia vann ikki minni enn 7?0, eftir at støðan eftir teir fyrstu fjøruti minuttirnar hevði verið 4?0.
Í hinum dystinum spældu Grikkaland og Letland 1?1. Føroyingarnir hava alla tíðina roknað við, at torførasta avbjóðingin fór at verða ímóti Grikkalandi, sum fyrrapartin í dag er mótstøðuliðið hjá Føroyum. At Letland í fyrradagin megnaði javnleik ímóti Grikkalandi bendir á, at mótstøðan í øllum trimum dystunum fer at verða ivaleysa stór.

Gongdin ikki ókend
Í stuttu altjóða føroysku fótbóltssøguni er EM undankappingardysturin í Beograd í 1991 tiltikin. Eftir 1?0 sigur á Eysturríki í Landskrona og 4?1 tap í Ítróttarparkini í Keypmannahavn á heysti í 1990 og 1?1 í Belfast 1. mai í 1991 var mótið gott, tá ið føroyska liðið fjúrtan dagar seinni spældi ímóti jugoslavisku snillingunum. Føroyingarnir fingu loyvi at hava bóltin, liðið royndi at spæla og flutti seg fram eftir vøllinum, og so vóru jugoslavarnir eirindarleysir, tá ið teir fingu fatur á bóltinum. Ofta var tað eftir persónlig mistøk hjá føroyingunum.
Nakað soleiðis ljóðar tað frá føroysku leguni í Bardil, ið er ein minni býur ikki so langt frá Kosice, sum er næststørsti býurin í Slovakia og liggur suður ímóti ungverska markinum og kanska einar 75 kilometrar vestur úr ukreinska markinum.
Úrslitið var tað sama, sum tað var hjá a?landsliðnum í Jugoslavia á sinni, men spælið hjá slovakunum var ikki so leikandi lætt.
? Tað ljóðar kanska eitt ótrúligt, men veruleikin var tann, at í bóltførleika vóru teir ikki so nógv betri enn okkara. Men teir vóru skjótir. Ikki minst tá ið teir sektaðu okkara mistøk, og teir vóru ógvuliga tryggir frammanfyri málinum, sigur Heðin Askham, sum er føroyskur hjálparvenjari í Slovakia. Venjari er Bill Jacobsen.
Hevði føroyska liðið ongan møguleika?
? Vit taptu 7?0, og tað boðar sjálvandi frá, at teir vóru betri enn vit. Eftir persónligt mistak fingu teir hol á í 10. minutti. Tað var stórur skelkur, og okkara vóru ikki komnir fyri seg, tá ið teir tveir minuttir seinni øktu til 2?0. So skoraðu teir í 28., 34., 55. 61. og 79. minutti. Málið til 6?0 var brotsspark. Okkara vóru fleiri ferðir í góðum støðum fyri málinum hjá teimum, uttan at tað eydnaðist at fáa mál. Andreas Lava Olsen var miðvallari í høgru. Hann var størsta álopshóttanin hjá okkum, og hann megnaði fleiri ferðir at koma innum verjuna hjá teimum, men tíverri var neyvleikin ikki nóg stórur, tá ið hann hevði strítt seg í góðar støður, og fleiri royndir fóru omanfyri og við síðuna av málinum, sigur Heðin Askham.
Í fyrrakvøldið og í gjár, tá ið eisini løtt venjing var á skránni, royndu venjararnir og hini ábyrgdarfólkini í føroysku leguni at fáa spælararnar sinniliga at koma fyri seg aftur eftir avhølvingina. Í dag skulu teir aftur í eldin, og tað verður ikki ivast í, at tað verður torført:
? Vit hava alla tíðina roknað Grikkaland sum torførasta mótstøðuliðið. Teir hava framúr bóltførleika, og teir eru skjótir og hugflogsríkir. Men kanska er tað ikki verri fyri okkum, at mótstøðumenninir pressa okkum í botn. Ofta hevur tað víst seg, at føroysk landslið, sum hava verið nógv kroyst, hava megnað væl at verið kompakt og tøtt í verjuni, heldur Heðin Askham, sum letur heilsa, at øll í føroysku leguni í Slovakia hava tað gott.
Umframt spælararnar og teir báðar venjararnar eru føroyingarnir í Slovakia Durita Rouch, sum er fysioterapeutur, Heri Olsen, sum er liðleiðari og Niklas á Líðarenda, næstformaður í FSF, sum er ferðaleiðari.
Føroyska liðið ímóti Slovakia sá soleiðis út: Tróndur Kragesten, HB ? Bárður Mittelstein, HB, Jóhan Davidsen, NSÍ, Borgar Kristiansen, Skála, Einar Hansen, NSÍ ? Andreas Lava Olsen, LÍF, Bogi Løkin, NSÍ (Jóhan V. Gunnarsson, B36, 36.), Ólavur í Ólavsstovu, HB, Poul Tummas Dam, HB (Jón Krosslá, VB, 36.), Christian R. Mouritsen, HB ? Per Jacobsen, HB (Kristoffur Jacobsen, KÍ, 66.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn vóru Sam Jacobsen, GÍ, Asbjørn V. Gunnarsson, B36, Gunnar Haraldsen, HB og Rógvi Ryggshamar, LÍF. Einasta gula kortið fekk Jóhan Davidsen í 66. minutti.