Oyrasundsbrúgvin setti ferðslumet

Tíggju ár eftir at Oyrasundsbrúgvin millum Danmark og Svøríki varð tikin í nýtslu, setti hon ferðslumet í juli. Tilsamans 771.403 motorakfør koyrdu um Oyrasundsbrúnna í juli mánað. Hetta er nýtt met í mun gamla metið, sum var í juli fjør, tá yvir 3.000 færri motorakfør koyrdu um brúnna í juli.

Í miðal koyrdu 24.884 motorakfør um samdøgrið í juli. Hetta er 0,7 prosent fleiri enn í juli 2009, skrivar transportmagasinet.dk.

Oyrasundssambandið, sum varð tikið í nýtslu 1. juli 2000, er eitt fast kombinerað brúgva- og tunnilssamband millum Danmark og Svøríki.