Løgtingið samtykti mikukvøldið á fíggjarlógini fyri 2014 at breiðka vegin frá havnalagnum á Oyrareingjum og út á Signabø.
Hetta er annað árið á rað, at Løgtingið játtar pening til ábøtur á vegakervið í Kollafirði.
Til jóla í fjør samtykti Løgtingið at betra til- og frákoyringina við Sjógv í Kollafirði. Arbeiðið fór í gongd í heyst og verður liðugt aftaná ársskiftið. Tá arbeiðið er liðugt verður ein av vandamiklu ferðsluteinunum á landsvegnum munandi tryggari - til stórt gagn fyri bygdafólkið og fyri ferðsluna, sum koyrir framvið.
Tá vegateinurin út á Signabø er breiðkaður verður hetta eisini til stóran bata fyri trygdina á leiðini, umframt at tunga og lætta ferðslan fer at hava munandi betri umstøður.
Bjarni Djurholm,
løgtingsmaður










