Oyndfirðingar og skálafólk skuldu velja á Strondum

Hóast skúlastýrisnevndin á Stronum spurdi Mentamálaráðið, um lokalu skúlastýrisnevndirnar á Skála og í Oydarfirði kundu sleppa at avgreiða valið til Stranda skúla saman við lokala skúlastýrisvalinum, sluppu tey ikki tað. Skúlabørn á Skála og í Oyndarfirði ganga í framhaldsdeild á Strondum

Sum í flestu øðrum skúlum, var val til skúlastýrið til Stranda skúla, hildið saman við kommunuvalinum.

Í Stranda skúla ganga, umframt næmingar úr Sjóvar kommunu, eisini næmingar av Skála, úr Oyndarfirði og úr Skálafirði.

Skúlastýrisvalnevndin bað Mentamálaráðið um loyvi til, at lokalu skúlastýrisvalnevndirnar á Skála og í Oyndarfirði fingu loyvi til at avgreiða valið til Stranda skúla saman við valinum til teirra lokala Skúlastýrið.

Hetta bar sambært galdandi lóg ikki til – skúlastýrið til Stranda skúla skuldi veljast á Strondum.

Hetta kann hugsast, at verða viðvirkandi til, at valluttøkan ikki var størri enn hon var.

Ein lítil helvtin av teimum foreldrum ið høvdu valrætt til skúlastýrið greiddu atkvøðu.

Úrslitið frá skúlastýrisvalinum var hetta.

 

Eyðleyg í Garði, Strendur, 46 atkvøður

Joan Sandursdóttir, Strendur, 26 atkvøður

Artur Johansen, Strendur, 19 atkvøður

Birgit Frederiksberg, Strendur, 15 atkvøður

Christian Weihe, Skáli, 11 atkvøður

Jan Abrahamsen, Strendur, 5 atkvøður

Maria M. Djurhuus, Morskranes, 4 atkvøður

Tummas Eli H. Joensen, Strendur, 2 atkvøður

 

Sostatt eru Eyðleyg í Garði, Joan Sandursdóttir og Artur Johansen vald sum foreldraumboð í skúlastýrið fyri Stranda skúla.