Tíðindaskriv
Tveir næmingar eru í Oyndarfjarðar skúla hetta skúlaárið, men hesa vikuna, sum vitjað varð, vóru harumframt tveir gestanæmingar í skúlanum.
Skúli og dagstovnur eru í sama bygningi í Oyndarfirði, og gevur hetta eitt gott og virkið samband millum yngru og eldru børnini.
Hóast skúlin ikki er stórur, so er tað ein virkin skúli, sum leggur gott í beinini hjá næmingunum, áðrenn tey flestu fara víðari í størri skúla aftaná 4. flokk.
##med2##
Á vitjanini hevði landsstýrismaðurin eitt gott fótbóltsprát við ungu dreingirnar.
##med3##