OYL: Rúni Øster vann gull í einmansleiki

Fyrsta føroyska gullið í badminton er komið til høldar

Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir

Rúni Øster hevur tryggjað Føroyum fyrsta gullheiðursmerkið í badminton á hesum oyggjaleikunum.

 

Rúni Øster vann í finaluni 2-1 á grønlendska Toke Driefter. Rúni vann fyrsta sett, men tapti annað sett. Hann kom tó sterkt aftur í triðja settinum.

 

Tvey tey fyrstu settini vóru sera jøvn, har bert tvey vóru á muni. Í triðja settinum var Rúni væl og virðiliga omaná.

 

Settmunurin var 22-20, 19-21 og 21-26.

 

Mynd: Heidi Lava Elgeirsdóttir