Oyl-nevndin várfund í Føroyum

Dagarnar frá 13. mars til 17. mars verður Oyggjaleikanevndin í Føroyum at halda sín árliga várfund.

 

- Vit hava boðið teimum at halda várfundin í Føroyum í sambandi við, at vit hava bjóðað okkum fram sum vertir fyri Oyggjaleikunum í 2019, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF forseti.

 

Várfundurin verður nýttur til at fyrireika aðalfundin, sum verður hildin í juli.

 

- Oyggjaleikaár verður aðalfundurin altíð hildin har, sum oyggjaleikirnir eru, og so skiftir tað millum limalondini. Í ár verða Oyggjaleikirnir á Bermuda, og tískil verður aðalfundurin hildin har, sigur Petur Elias Petersen.

 

Oyggjaleikanevndin telur 11 limir, og føroyskt umboð er Sølvi Reinert Hansen.

 

- Vit skulu hava fund við nevndina hósdagin 14. mars, og hon fer at fundast við løgmann, mentamálaráðharran, Tórshavnar kommunu og ÍSF, sigur Petur Elias Petersen.

 

Leygardagin fer ÍSF so at skipa fyri rundvísing, so nevndin kann kunna seg um fasilitetirnar í Føroyum, áðrenn farið verður av landinum aftur sunnudagin 17. mars.