Aftaná kappingin í triathlon var liðug ígjár á oyggjaleikunum á Guernsey kom ein eldri føroysk kona at heilsa upp á føroyingarnar, ið vóru á staðnum.
Talan var um Miriam Bisson, ið upprunaliga er ættað av Strondum.
Miriam fekk eisini høvið at heilsa upp á løgmann.
Miriam hevur búð í Guernsey í 60 ár, og hon starvaðist í mong ár sum frisørur.
Miriam eigur tríggjar synir. Tann eini, Pierre Bisson er ein av myndamonnunum hjá oyggjaleika-fyriskiparunum á oyggjaleikunum á Guernsey.
Miriam hevði syrgt fyri at hava eitt føroyskt flagg at veittra við til Triathlon kappingina, ið ikki var langt fá har sum hon býr.