Nógv tað kendasta ítróttarfólkið úr Guernsey er 54 ára gamli fyrrverandi fótbóltsleikarin, Matthew Le Tissier.
Matthew Le Tissier er millum fremstu legendurnar í Southampton. Millum 1986 og 2002 spældi Matthew Le Tissier 443 almennar dystir fyri Southampton. Í hesum 443 dystunum skoraði hann 161 mál. Øll hesi árini var Southampton í bestu ensku deildini. Hóast størri feløg ofta bjóðaði honum góðar sáttmálar, so var hann trúgvur móti Southampton í heili 16 kappingarár.
Matthew Le Tissier spældi átta A-landsdystir fyri Ongland, men har eydnaðist honum ikki at skora mál.
Bróðirdóttir Matthew Le Tissier, Chloe Le Tissier hevur verið á badmintonlandsliðnum hjá Guernsey á nøkrum oyggjaleikum.
Tá vit á in.fo hittu Chloe Le Tissier á oyggjaleikunum á Jersey í 2015 greiddi hon frá, at tað var ræðuliga ofta, at hon mátti svara spurningum um kenda pápabeiggjan hjá sær.
##med2##