OYL 23: Føroyar vunnu 3-1 á Guernsey í hálvfinaluni

Føroyar skulu spæla finalu í liðkappingini í Badminton í kvøld

Føroyar vinna minst silvur í liðkappingini í badminton.

 

Føroyar vunnu í hálvfinaluni 3-1 á vertstjóðini, Guernsey har ein stór heimafjøld mátti síggja sínar hetjur lúta fyri Føroyum. 

 

Jordan Trebert - Árant á Mýruni  2 - 1  (21 - 15, 21 - 23, 21 - 15) 

 

Emily Trebert - Miriam í Grótinum  0 - 2  (7 - 21, 11 - 21)

 

Stuart Hardy/Jordan Trebert - Fai Yin Wong/Magnus Dal-Christiansen 0 - 2  (15 - 21, 12 - 21)

 

Chloe Le Tissier/Elena Johnson - Miriam í Grótinum/Mia Thorkildshøj  0 - 2  (10 - 21, 18 - 21)

 

Føroyar spæla finalu móti Grønlandi klokkan 18.30 í kvøld.  Grønland vann 3-2 á Oynni Man í hálvfinaluni.