Føroyar og Grønland spæla finaluna í liðkappingini í badminton.
Í fyrsta dystinum er einmansleikur menn: Árant á Mýruni móti Jens Frederik Nielsen.
Jens Frederik vann fyrsta settið 21-14 og seinna settið 21-14.
Grønland er á odda 1-0.
Í øðrum dystinum er einmansleikur kvinnur: Miriam í Grótinum móti Saru Jacobsen.
Miriam vann fyrsta sett 21-17 og seinna settið 21-18.
Støðan er javnleikur 1-1.
Triði dysturin er tvímansleikur menn: Fai Yin Wong og Magnus Dal-Christiansen móti Maluk Christofersen og Sebastian Bendtsen.
Wong og Magnus vunnu fyrsta settið 21-9 og seinna settið 21-13.
Føroyar eru á odda 2-1.
Fjórði dysturin er tvímansleikur kvinnur: Miriam í Grótinum og Mia Thorkildshøj móti Jacobsen og Rafaelsen.
Jacobsen og Rafaelsen vunnu fyrsta sett 21-17. Miriam og Mia vunnu annað sett 21-19 og triðja sett 21-12.
TILLUKKU VIÐ GULLINUM!