Bakkafrost sæst væl á oyggjaleikunum á Guernsey.
Umframt at vera ein av stuðlunum hjá føroyska oyggjaleikaliðnum, so er Bakkafrost Skotland stuðul hjá oyggjaleikaliðnum hjá Suðuroyggjum (Hebridunum).
Tað er annars ikki ofta, at eitt føroyskt ítróttarlið hevur sama stuðul sum eitt útlendskt ítróttarlið.
Á myndini síggjast Andras Nolsøe, oyggjaleikasamskipari hjá ÍSF og Iain Campell, oyggjaleikaformaður hjá Suðuroyggjum, har Bakkafrost sæst á báðum búnunum.