Soleiðis sum úrslitini lagaðu seg sunnudagin, kundi GÍ við einum sigri mánakvøldið móti B68 melda til aftur í oddastríðnum, og tí fóru skurarnir eftir øllum trimum stigunum.
Trý stig høvdu eisini verið rættiliga kærkomin hjá toftamonnum, tí við sigrinum á KÍ sunnudagin vaks gloppið upp til áttanda plássið, sum er garanturin fyri verandi sæti í Formuladeildini.<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Dysturin var ein hálvan tíma gamal, tá fyrsti veruligi málkjansurin kom.
Tað var í samband við eitt hornaspark til B68, at Arnbjørn Danielsen royndi seg við stútara, men Áslakkur Petersen bjargaði á sjálvari málstrikuni, tá hann fekk vart bóltin upp á tvørtræið.
Undan tí var naskasta royndin frá heimaliðnum eitt skot úr 40 metra fjarstøðu frá Áslakki Petersen, sum smoygdi sær ein hálvan metur upp um yvirleggjaran.
Higartil var dsyturin merktur av hørðum spæli, har ongin leikari bakkaði fyri nøkrum. Talan var ikki um skitið spæl, men leikararnir góvu seg fult út í hvørjari takling og hvørjum nærdysti.
Einar fimm minuttir eftir at B68-liðformaðurin royndi seg við stútara, var aftur vandi á ferð hjá Geza Turi í GÍ-málinum.
Nýggi brasiliumaðurin hjá B68, Alex Castilho, spælir eitt-tvey við Súna Fríða Barbá niðan eftir vinstra borði, har tað endar við at Alex Castilho langar til úr spískum, men Geza Turi verjir væl fyri góða skotinum.
Fyrri hálvleikur leið nú í móti endanum, og onki mál kom áðrenn liðini fóru til hálvleiks. Hóast heimavallar fyrimun og møguleikanum um at gerast partur av oddastríðnum aftur, so var tað kortini B68, sum hevði havt størru møguleikarnar og hevði verið oman fyrra partin av dystinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sama mynstur
Í seinna hávleiki sá sama mynstur, sum merkti stóran part av fyrra hálvleiki, út til at skula gera seg galdandi. B68 hevði bóltin meiri, men tað var tó sjáldan at talan var um gjøgnumspælt fótbóltsspæl. Heldur var tað nógv gypparí og fleiri nærdystir, har gestirnir ikki vóru petti aftan fyri skurarnar.
Einar tíggju minuttir fær B68 ein møguleika, eftir at Súni Fríði Barbá vann ein nærdyst við Niclas Niclasen, og leggur bóltin inn til Anderson, sum er vældekkaður og roynir at krúlla so frægt hann er mentur, men eina skotroynd bleiv tað ongantíð til.
Tá seinni hálvleikur er um at vera hálvrunnin, er tað Gunnar Nielsen sum er nærvið, tá Símin Luis Jacobsen hevði lagt honum ein góðan bólt.
Nakrar minuttir seinni er Alex Castilho nærvið í hinum endanum, men hansara heilfluktari eftir frálíka innleggið frá Kristian Anton Andreasen fer beint framvið málinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Líktiskt málleysum javnleiki
Nú byrjaði dystarendin so smátt at nærkast og alt bendi á, at her fór at vera talan um ein málleysan javnleik.
Men tá fimm minuttir resta í av vanligu leiktíðini, fær B68 fríspark uttast í vinstra borði á miðjum vølli. Øssur Hansen, sum leikti ein sera góðan dyst, sendir bóltin inn í brotsteigin, har Julian Johnsson tveitir seg fram og næstan flúgvandi leggur hann B68 framum.
Nú vantaðu bert fimm minuttir av vanligu leiktíðini, og toftamenn byrjaði so smátt at tevja ein sigur.
Men málið, sum kom rættiliga óvæntað, fekk tað GÍ at ressast við. Teir umskipaðu seg nú og valdu at satsa frameftir, og tað gav úrslit.
Tá B68 var í álopi, men GÍ vinnur bóltin frá teimum. Poul Ennigarð og Símin Luis Jacobsen spæla síðani eitt-tvey sínamillum niðan eftir høgru síðu, áðrenn Símin Luis at enda leggur bóltin inn í feltið.
Har kemur innskifti Poul Arni Jacobsen rennandi, og tekur hann hegnisliga og temur bóltin og smekkar síðani til undir málverjan. Ein ógvuliga flott tekniskt detalja mál frá Poul Arna Jacobsen.
So var javnleikur, og GÍ trýsti víðari fyri at fáa avgerandi málið og øll stigini. Tað var eisini um reppið, at hetta kom. Væl inni í yvirtíðini fær GÍ fríspark nakað inni á B&8-hálvuni.
Hanus Jacobsen leggur bóltin væl innfyri til Kaj Ennigarð, sum er púra leysur tveir metrar frá stongini. Hann fær høvdið á bóltin, sum hevur kós ímóti handaru stong, men fer framvið og út til málspark. Ein sera stórur møguleiki, og toftamenn sóu næstan eina stigi gleppa teimum av hondum í allar síðstu løtu.
Tað hendi tó ikki, men samstundis sum teir iðra seg um tey trý mistu stigini, so munnu munnu toftamenn kortini helst fegnast um, at teir ikki mistu javnleikin burtur í evstu løtu. Hinvegin iðra gøtumenn seg helst eisini, tí hóast B68 var nakað betri, so var tað kortini GÍ, sum hevði teir heilt stóru møguleikarnar at enda.
Javnleikur og eitt stig er ikki nakað, ið liðini fáa brúkt til tað stóra. B68 er nú fimm stig aftanfyri VB/Sumba, ið er omanfyri niðurflytingarstrikuna, og GÍ megnaði ikki í so stóran mun sum ætlað at minka um fjarstøðuna til oddaliðið og tey næstu liðini eftir EB/Streym.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$GÍ B68 1-1 (0-0)
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$0-1: Julian Johnsson, 84.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$1-1: Poul Arni Jacobsen, 90.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$GÍ: Geza Turi Áslakkur Petersen (Poul Andrias Jacobsen, 85), Niclas Niclasen, Kaj Ennigarð, Hanus Jacobsen Símin Luis Jaocbsen, Poul Ennigarð, Gunnar Nielsen, Hans Jørgin Djurhuus Jónreid Dalheim (Erling Jacobsen, 62), Sverri Jacobsen (Poul Arni Jacobsen, 72).
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Gul kort: Gunnar Nielsen, Símin Luis Jacobsen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$B68: Tórður Thomsen (Mortan Hansen, 90) Jóhan Petur Poulsen, Arnbjørn Danielsen, Ovi Magnussen, Øssur Hansen Kristian Anton Andreasen, Jann Ingi Petersen, Julian Johnsson, Alex Castilho Súni Fríði Barbá (Óli Olsen, 90. min), Anderson Castilho.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Gul kort: Anderson Castilho, Øssur Hansen.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Dómari: Petur Reinert.