Oyggjaleikirnir skulu heim til Føroya í 2023

(Rás2 Sportboxin) ÍSF-forsetin, Elin H. Joensen vitjaði sendingina "Sportboxin" á Rás2 fyrrapartin

ÍSF fer nú alment at leggja inn eina umsókn til altjóða oyggjaleikanevndina um at sleppa at hýsa oyggjaleikunum í 2023. Umsóknarfreistin til at hýsa leikunum í 2023 er annars í oktober. Men ÍSF fer at handa umsóknina á komandi altjóða oyggjaleikafundinum, sum verður í Gotlandi í summar.

 

Elin H. Joensen, ÍSF-forseti er greið yvir, at tað sannlíkt verður í harðari kapping við grannar okkara úr Orknoyggjunum, men hon undirstrikar, at politisku myndugleikarnir í Føroyum stuðla umsóknini.

 

Elin H. Joensen hevur vónir um, at Føroyar sleppa at hava einar oyggjaleikir, sum bert krevja 11 ítróttargreinir, har tað ikki er so avgerandi, at golf verður ein av ítróttargreinunum.

 

Elin H. Joensen staðfestir, at tað gongur væl hjá ÍSF við fyrireikingunum til oyggjaleikirnar, sum verða á Gotlandi seinast í juni mánað.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Elina H. Joensen í sendingini "Sportboxin" fyrrapartin.