Oyggjaleikirnir órógva ikki

Áhugin fyri at taka lut á Norðoyastevnu er eins stórur, sum hann var í fjør, og tað bendir á, at leikirnir í Hetlandi ikki fara at órógva kappróðurin

KAPPRÓ?UR

56 manningar fara at taka lut í fyrsta FM kappróðrinum, sum verður í Klaksvík í morgin. Hetta er ein manning fleiri enn í fjør, tá ið 55 manningar luttóku í kappróðrinum í Klaksvík.
Tað er merkisvert, at luttøkan kvinkar rætta vegin. Ofta plagar at verða tikið til, at tað sæst aftur í minni luttøku í FM kappingini í kappróðri, at Oyggjaleikir eru á skránni. Eingir leikir vóru í fjør. Um ein mánað vera leikirnir í Hetlandi, og áhugin fyri at taka lut í kappróðrinum á Norðoyastevnu bendir ikki á, at leikirnir í Hetlandi fara at draga kapprógvarar til sín.

Upp og niður
Nógvu tey seinastu árini hevur verið kappast í seks FM bólkum. Í ár eru sjey bólkar. Broytingin er tann, at tað nú verður kappast í tveimum bólkum, har tað áður varð kappast í 5-mannaførum við gentum. Nú eita bólkarnir 5-mannafør gentur og 5-mannafør kvinnur. Á Norðoyastevnu í fjør luttóku 14 manningar í kappingini millum 5-mannafør við gentum. Nú fara fimm manningar at kappast í tí aldursbólkinum, sum eitur 5-mannafør við gentum, og ellivu manningar fara at luttaka í tí kappingini, sum eitur 5-mannafør við kvinnum.
Størsti vøksturin er í kappingini millum 6-mannafør við monnum og 8-mannafør. Í fjør kappaðust fimm 8-mannafør á Norðoyastevnu. Hesa ferð verða tey sjey í tali. Í fjør kappaðust tíggju 6-mannafør við monnum. Hesa ferð fara tólv 6-mannafør við monnum at kappast í Klaksvík. Harvið verður hetta størsti róðurin av øllum. Tað er nevyan komið fyri áður, at 6-mannaførini við monnum hava verið størsti bólkurin.
Í fjør luttóku seks 10-mannafør á Norðoyastevnu. Í ár fara eisini seks 10-mannafør at luttaka.
Mest órógvandi er, at áhugin millum dreingir at rógva kapp, tykist at vera minkandi. Í fjør luttóku trettan dreingjamanningar á Norðoyastevnu. Í ár hava níggju dreingjamanningar boðað frá luttøku.
Umframt FM kappingarnar verður barnaróður, har luttøkan er vaksandi. Átta manningar hava boðað frá luttøku í barnaróðrinum fyri gentur og átta manningar hava boðað frá luttøku í barnaróðrinum fyri dreingir. Í kappingini millum 5-mannafør við old girls og kapping millum 10-mannafør við oldboys manningum er fráboðanarfreistin í kvøld.

Upp á slagið
Undanfarnu árini hevur ofta verið uppi og vent, hvussu harmuligt tað hevur verið, at samlaða tíðin, sum er farin til kappróðurin, hevur verið so long. Ikki minst hevur á hesum síðunum verið víst á, at tað nú á døgum ongastaðni hoyrir heima, at tað ikki fyrrenn ásettu róðrartíðina verður farið at leggja fyrstu bátarnar.
Fyrireikararnir í Klaksvík ætla ikki at hava hetta sitandi á sær. Teir siga, at í fyrstu kappingini, sum verður millum old girls, verður startskotið klokkan 14.00. Teir siga eisini, at í fyrstu FM kappingini, sum verður millum 5-mannafør við dreingjum, er ætlanin at lata startskotið av klokkan 15.00. So tað ræður um hjá dreingjamanningunum og øllum hinum at vera úti á málinum í góðari tíð.
Tað verður róð í hesi røð: old girls (klokkan 14.00), 5-mannafør dreingir (klokkan 15.00), 6-mannafør kvinnur, 5-mannafør gentur, 10-mannafør old boys, 5-mannafør kvinnur, 6-mannafør menn, 5-mannafør dreingir barnaróður, 8-mannafør, 5-mannafør gentur barnaróður og 10-mannafør.