Eydnast tað at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroyar, skulu vit ikki vænta, at Suðuroyggin fær nakran lut í teimum. Tað stafestur Jacob Vestergaard, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Løgtingið viðger eitt uppskot frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um at tað almenna skal seta 10 milliónir krónur í trygd í sambandi við, at Føroyar ætla at søkja um at fáa oyggjaleikirnar hendanvegin, seinast í 2029, men kanska longu í 2025, ella í 2027, gongst tað væl í hond. Tað er Oyggjaleikanevndin, sum krevur at fáa eina fíggjarliga trygd frá teimum, sum søkja um at fáa leikirnar.
Tá ið Løgtingið umrøddi málið, vísti Heðin Mortensen, tingmaður fyri javnaðarflokkin, á, at fáa vit oyggjaleikirnar til Føroya, er tað neyðugt, at kappingarnar eru miðsavnaðar á einum avmarkaðum øki, tí tað er ein treyt frá sjálvari Oyggjaleikanevndini, at tað ikki er ov langt at ferðast.
Jacob Vestergaard heldur, at so eru smá útlit fyri, at Suðuroyggin fær nakran lut í oyggjaleikunum, hóast Vágbingar hava spent seg út við Marghøll og langhyli. Og hann heldur, at tað hevði verið stórt spell, og rættiliga ódámligt eisini, verður Suðuroyggin útihýst frá leikunum.
Ítrótturin eigur at savna okkum sum tjóð, men tað verður ikki, tá ið ítróttarhentleikarnir í Suðuroy ikki fara at vera brúktir. Tí heldur hann at vit eiga longu nú at boða frá, at eisini Suðuroyingar bjóða sínar ítróttarhentleikar fram til oyggjaleikirnar.
Jacob Vestergaard á, at tá ið talan var um at Føroyar skuldu søkja um at fáa oyggjaleikirnar í 2019, datt tað niðurfyri, tí ført var fram, at tann, sum ikki hevði golfvøll, fekk ongar oyggjaleikir.
Men Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur varhugan av, at í roynd og veru var tað ikki har, hundurin lá grivin – og nú ætlanin aftur er at søkja um oyggjaleikir, vísir tað seg eisini, at tað er ongin trupulleiki, at vit ikki hava golfvøll. Hann heldur, at veruliga orsøkin til, at vit hopaðu eftir hæli tá, var, at vit fingu ikki hýst øllum ítróttarfólkunum tá.
Hann heldur, at tað verður framvegis ein avbjóðing at hýsa øllum ítróttarfólkunum, sum kanska vera yvir 3000 í tali, tí oyggjarleikirnar eru um summarið, tá ið talið á ferðafólkum eisini er upp á tað mesta.
Ætlanin at veita landskassatrygd fyri oyggjaleikunum fær annars fulla undirtøku í Løgtinginum.