Heðin Mortensen, sum stóð á odda fyri føroyskum ítrótti í 28 ár, var ikki við til oyggjaleikirnar á Isle of Man í 1985 og á Guernsey í 1987, men síðani 1989 hevur hann verið við hvørja ferð. Og nú fimtandu leikirnir verða á Bermuda, eru hann og konan, Hjørdis, aftur mitt í rokanum.
– Um vit hyggja fram til 2019, tá Føroyar aftur bjóða seg fram, og so hyggja aftur til 1989, tá vit høvdu leikirnar í Føroyum, er ein øgiligur munur. Men vit hava flutt okkum rætta vegin, so ikki skal nógv til, áðrenn vit uppfylla øll krøv, sigur Heðin.
– Í 1989 vóru umstøður til frælsan ítrótt altavgerandi, men syrgdu toftafólk fyri, at vit fingu tað stóra anleggið á Svangaskarði. Nú er kravið, at vit hava eina golfbreyt við 18 holum og eina altjóða góðkenda skjótibreyt, men tað skulu vit nokk fáa upp á pláss eisini.
Alt tað við golfvøllinum og skjótibreytini venda vit aftur til, men fyrst skulu vit dvølja eitt sindur við, hvønn týdning oyggjaleikirnir hava havt fyri føroyskan ítrótt, og har er Heðin ikki í iva:
– Eingin ivi er um, at leikirnir hava verið ein kollvelting fyri føroyskan ítrótt. Tá vit sendu nøkur fá fólk til fyrstu leikirnar í 1985, var tað ein ovurstór avbjóðing, men síðani hava leikirnir verið kelda til størstu menning, sum føroyskum ítrótti hevur verið fyri, sigur Heðin Mortensen.
– Serliga livnaðu smáu ítróttargreinarnar upp av hesum, og síðani eru fleiri greinar farnar uppaftur víðari. Øll árini hava Føroyar staðið seg einastandandi væl, og úrslitini hava prógvað, at vit eru komin langt fram á leið.
Golfbreytin kemur
Tá prátið kemur inná, hvat skal til, nú Føroyar aftur ætla at hýsa oyggjaleikunum í 2019, so er neyðugt at fáa eina golfbreyt við 18 holum og eina altjóða góðkenda skjótibreyt.
– Viðvíkjandi skjótibreytini, so fara vit at gera útbyggingar og dagføringar av skjótibreytini í Sandvíkum, tí har liggur hon væl. Hetta er arbeiði fyri einar seks milliónir krónur, men so fáa vit eisini eina framúr góða skjótibreyt, sigur Heðin Mortensen.
– Hinvegin er golf tann heilt stóra avbjóðingin, tí har er talan um eina nógv størri íløgu. Vit skulu hava eina golfbreyt við 18 holum, har nýggjastu útrokningarnar vísa, at hvørt holið kostar 2,2 milliónir krónur at gera, umframt at aðrar umstøður eisini skulu fáast, so talan er um eina fult nøktandi loysn.
Borgarstjórin í Havn vísir á, at ein golfbreyt snýr seg um meira enn bara ítrótt og oyggjaleikir, tí hon er ikki minst ein íløga í føroyska ferðavinnu, so tí er neyðugt, at onnur enn Tórshavnar kommuna eru við til at fremja hesa verkætlanina.
– Vit tosa um 60 og kanska 70 milliónir krónur, ið skulu brúkast til golfbreytina, so her mugu vit fáa fleiri aktørar inn, sum eisini meina nakað við tað. Vit tosa ikki bara um Havnina, men um Føroyar, so tí er upplagt, at landsstýrið, Ferðaráðið og onnur eru við, sigur Heðin Mortensen, ið vil hava økið á Glyvursnesi til at fevna um annað enn bara golf.
– Her skulu bæði føroyingar og ferðafólk kunna fáa heilt serligar upplivingar. Millum annað skulu vit gera gøtur til fjallasúkkling og annað, og eisini skal okkurt gerast til froskmenn beint niðanfyri. Men alt hetta megna vit, so vit til oyggjaleikirnar í 2019 kunnu bjóða bæði golf og annað gott fram.