Oyggjaleikirnar til Føroya

Jógvan Arge, formaður í mentamálanevndini í Havn
---------

Tórshavnar Býráð er til reiðar saman við almennum myndugleikum og øðrum samstarvsfeløgum at tryggja, at í kommununi verða umstøður at avgreiða kappingar í eitt nú golfi og skjóting á Oyggjaleikum 2021 ella fyrr.
Í yvirlýsing frá einum samdum býráð verður sagt, at býurin longu nú hevur umstøður og førleika at hýsa flestu ítróttakappingum á hægsta altjóða stigi, og býurin viðurkennir, at tørvur eisini er á altjóða kappingarumstøðum til golf og skjóting.
Tað eru hesar umstøður Tórshavnar Býráð er til reiðar at útvega saman við almennum myndugleikum og øðrum samstarvsfeløgum til Oyggjaleikirnar, sum ÍSF fer at søkja um at skipa fyri í 2021 ella kanska longu í 2019.
Leikirnir seta krøv
Umstøður til golf verða í dag mettar sum ein avgjørd fyritreyt fyri, at Føroyar kunnu fáa vertsskapin fyri oyggjaleikum í framtíðini. Skjótiítróttin er sera framkomin í fleiri av teimum oyggjasamfeløgum, sum eru við í oyggjaleikasamstarvinum, og tær umstøðurnar eru eisini umráðandi.
Island Games Assosciation leggur dent á, at luttakararnir á oyggjaleikum verða hýstir nær hvørjumøðrum og nær ítróttabreytunum. Tí boðar Tórshavnar Býráð frá, at tað er sannført um, at býurin kann hýsa 2500 ella fleiri luttakarum innanfyri 10 minuttir frá høvuðskappingarbreytum, hallum og vøllum.
ÍSF er farið undir samráðingar og fyrireiking til at søkja um Oyggjaleikirnar 2021, men nevnt hevur verið, at tað kann henda seg, at møguleiki verður fyri at fáa Oyggjaleikirnar longu í 2019. Ongantíð betur, um tað verður.
Góðar umstøður fyrireikaðar
Á oyggjaleikum verður kappast í um 15 ítróttagreinum. Meginparturin av greinunum eru tær somu hvørja ferð, men fyrireikararnir hava sjálvir møguleika fyri at bjóða nakrar greinir fram. Hugsandi er, at ÍSF eitt nú fer at bjóða fram bæði fimleik og judo, sum ikki eru fastar oyggjaleikagreinir, men har vit eru sterk og hava eina stolta søgu í oyggjaleikahøpi.
Føroyar hava luttikið í Oyggjaleikunum síðani fyrstu leikirnar í 1985, og stevnan hevur eina ferð verið í Føroyum, men tað eru longu meir enn 20 ár síðani. Kortini hava Oyggjaleikirnir havt stóran týdning fyri menning og margfeldni í nógvum ítróttagreinum í Føroyum.
Oyggjaleikirnir hava eisini gjørt sítt til, at fleiri ítróttagreinir hava fingið breytir, sum annars ikki hava funnist í Føroyum. Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini útvegað eitt nú rennibreyt til frælsan ítrótt og fimleikahøll á altjóða stigi. Hetta eru fyrst og fremst umstøður til almenningin at nýta, men møguleikin fyri at hýsa oyggjaleikum og slíkum kappingum hevur eisini talt við í avgerðunum.
Um golf er tað sama at siga. Ein golfvøllur í Havn er sjálvandi fyrst og fremst ætlaður til almenna nýtslu hjá føroyingum, men eisini til útlendskar golfspælarar, sum ferðast kring heimin, og til spæl og kappingar á altjóða stigi.
Golf er sera væl umtókt ítróttagrein til motión úti í heimi og hevur eisini fest røtur í Føroyum, hóast umstøðurnar eru aftarlaga sum er. Golfvøllur kostar nakað. Við oyggjaleikum um 8-10 ár sum máli ber til at gera eina slíka íløgu yvir nøkur ár, so hon ikki darvar aðrar neyðugar ætlanir stórvegis.
Stóran týdning fyri okkum
At átaka sær vertskapin fyri Oyggjaleikunum hevur stóran týdning fyri Føroyar og Havnina. Hetta setir okkum á kortið, dregur nógv fólk til Føroya og harvið inntøkur til ymsar partar. Hetta hevur eisini týdning fyri menningina av ítróttinum og førleikanum at skipa fyri stórum stevnum.
Og hjá luttakarum og áskoðarum er tað móti øllum at kunna uppliva slíka stevnu á heimavølli.
So nú er bara at bróta upp um armar og spýta í lógvarnar!
---