FLOGBÓLTUR
Tá talan er um flogbólt í Oyggjaleikahøpi, plaga Føroyar at standa í fremstu røð á øllum økjum, bæði viðvíkjandi spælinum og ikki minst dømingini. Okkara altjóða dómari, Jan Hentze, hevur saman við Tummas Óla Mortensen verið eitt lýsandi umboð fyri flogbóltsdøming, tá hon er best.
Men hóast dygdirnar hava verið eyðsýndar fleiri ferðir, eru ikki boð eftir teimum báðum, nú Oyggjaleikirnir á Álandi standa fyri durum. Álendsku fyrireikararnir hava helst verið greiðir yvir, at dómaradygdin ofta hevur verið nakað svingandi – ikki minst í Hetlandi í 2005 – og tí hava teir valt at bundið um heilan fingur og biðið svenskar og finskar dómarar dømt flogbóltskappingarnar.
– Tað hevði verið stuttligt at sloppið við, men svenskir og finskir dómarar skuldu tó borgað fyri dygd. Serliga, um talan verður um dómarar á hægsta stigi í Svøríki og Finlandi, tí har eru nógvir, sum eru sera dugnaligir, sigur Jan Hentze, ið tí noyðist at bíða til seinni í juli mánaði at fáa sín altjóða dyst nummar 50.
Hevði hann verið við á Oyggjaleikunum, hevði hann komið upp á runda talið har, tí hann hevur higartil dømt 48 altjóða dystir. Í staðin verður rundi dysturin tann seinni av tveimum dystum í European League-kappingini millum Bretland og Spania, sum verða spældir í Sheffield í Onglandi vikuskiftið 10. til 12. juli.
– At fyrireikararnir av flogbóltinum á Álandi velja eina loysn, ið fevnir um ein pakka við fleiri dómarum, skilji eg væl og tað sigi teir heldur ikki ringar fyri. Hóast nógvir dystir eru, har stórur munur er á liðunum, so krevja teir jøvnu og tøttu dystirnir, at talan er um góðar dómarar, sigur Jan Hentze.
– Og eg kann saktans bíða til vikuna eftir Oyggjaleikirnar, tá eg sleppi at døma Bretland, sum byggir eitt nýtt lið upp til olympisku leikirnar í London í 2012, og Spania, sum fyri tveimum árum síðani var nummar fýra í EM-endaspælinum og telist millum fremstu flogbóltstjóðir í Europa.